Mánadagin kom fyrsti Mercedes-Benz C av nýggja modellinum til landið. Hetta er ein sera væl útgjørdur Mercedes C 220 CDI, í Elegance útgávuni
Bilar
Magnus Gunnarsson
Eftir at hava arbeitt í fýra ár og gjørt íløgur uppá millum 11 og 12 milliardir, hevur tað eydnast at gera nakað av tí besta, sum komið frá Mercedes verksmiðjuni í Stuttgart. Hóast bilurin minnir um forgangaran, er hetta ein heilt nýggjur bilur, ið er rúmligari innan og hevur størri viðførisrúm. Ein onnur broyting til tað betra, er at bilurin nú hevur tannstongstýring, sum ger at hann er sera góður og stúttur at koyra.
Væl útgjørdur
Tríggjar útgávur eru at velja ímillum, Classic, Elegance og Avantgarde, og listin yvir útgerðina er næstan óendaligur. Standard útgerðin er til dømis ABS bremsur, ARS antispinn, BAS bremsuassistent, APS elektronisk stabilitetskipan, el-síðurútar, kassa til fyrstuhjálp, sjey hátalarar. Umframt airbag framman og í síðunum, hevur hann eisini windows airbags, ið verja høvdið við ein síðusamanstoyt.
Mercedes C 220 CDI
Motorurin: 4 syl. 2,l litur 143 hk
0-100 km/t: 10,3 sek
Oljunýtsla: 16,1 km/l
Dekkkstødd: 195/65-15
Stødd og vekt:
Longd 452,6 cm
Breidd 172,8 cm
Hædd 142,7 cm
Eginvekt 1520 kg
Totalvekt 2000 kg
Viðførisrúm 455 litrar