Hjá Mercedes Benz eru tey til reiðar við tí, sum eftir øllum at døma er heimsins mest framkomni bilur, skriva ummælarar, sum hava roynt nýggja E-klassan.
»Vit koyra við 80 km/t á einum stongdum øki í Lissabon. Handan róðrið situr ein royndarbilførari frá Mercedes Benz, og hetta skal vísa eina støðu á einum landavegi, har tú ikki ert árvakin og kemur at koyra yvir í hina vegsíðuna, har ein bilur kemur beint ímóti tær.
Í einum brotsekundi áðrenn stoytin, snarar Mercedesbilurin undan, uttan at bilførarin ger nakað.
Løtu seinni royna vit eina aðra roynd í býnum, har vit koma koyrandi við 55 km/t. Tá kemur ein bilur frá síðuvegi, sum gloymir sína víkiskyldu, og koyrir út beint framman fyri okkum.
Her verður bremsað av øllum alvi, uttan at bilførarin ger nakað. Soleiðis vísa tey frá Mercedes okkum alskins trygdarútgerð, sum týðuliga og greitt vísir okkum, at skjótt fara bilar at koyra sjálvir við hjálp frá myndatólum, radaraum og ymsum sensorum.«
Soleiðis skriva motorjournalistar, sum hava roynt nýggjastu trygdarútgerðina frá Mercedes.
Men hvat kostar so ein bilur, við allari hesari útgerðini?
Mercedes hevur sum vera man ongantíð verið ein bíligur bilur. Men í donskum prísum liggur bilurin frá góðum 650.000 krónum við automatiskum gearum.
Bilurin er eitt sindur betri útgjørdur, enn hann hevur verið, eitt nú hevur E-klassin nú LED ljós sum standard, men skal bilurin hava so nøkulund ta trygdarútgerð, sum greitt er frá omanfyri, so dýrkar hann einar 250.000 krónur.
Av øllum tí nýggja, kann nevnast ein heilt nýggjur 4 cylindara diesel motorur, har tú so at siga als ikki hoyrir, at talan er um ein diesel motor, sum enntá klárar at koyra 25,6 km/l.
Hesin motorur hevur tó 194 hk, og hann er bygdur partvís úr aluminium. Automatiski gearkassin hevur níggju gear.
Á motorvegnum heldur bilurin sær sjálvum á rættari koyribreyt, og vilt tú skifta breyt, uttan at nerta róðrið, so er bara at trýsta á ein knøtt – so skiftir bilurin sjálvur koyribreyt, um tað er pláss til tess.
Grundarlagið fyri øllum hesum trygdarskipanum eru radarar, sum síggjar 250 m frameftir og í ein vinkul upp á 20 stig.
Skalt tú hava ein vælútgjørdar bil við týdningarmestu skipanunum, so fæst minsti pakkin, businesspakkin, fyri 33.000 kr, men tú átti sum tað minsta at valt ein premiumpakka fyri 68.000 kr. Men tá er talan um »gamla útgerð« við analogum tólum og einum 12,3 tumma skíggja.
Skal bilurin tann stóra, langa skíggjan, sum fær teg at føla teg sum um tú vart flogskipari, so skalt tú velja tøknipakkan, sum kostar 70.000 krónur, sum verður lagdur oman á pakkarnar, vit hava nevnt frammanundan.
Ummælarin hjá danska Ekstrablðnum, sum hevur roynt bilin heldur, at skal hann finna okkurt krtiskt at siga um hendan fína bilin, so er tað kanska sniðið, sum er í so konservativt.
– Men her er tað við Mercedes Benz eins og við Rolex. Har loysir tað seg í longdini best við tí góða, kenda og trygga til trúgva kundan, sum altíð vendir aftur.