Tað var uttan fyri eina skrivstovu, Angela Merkel plagar at brúka, tá hon vitjar í sínum egna valdømi, Straldsund í landnyrðingspartinum av Týsklandi, at grísahøvdið varð funnið saman við eini “ófantaligari heilsan” til týska kanslaran.
Tað var ein politipatrúlja í týska strandarbýnum, sum tíðliga í gjáramorgunin kom fram á grísahøvdið. Ein talsmaður fyri lokala politiið vil ikki siga, hvat tað var fyri ein “ófantalig heilsan” til týska kanslaran, sum fylgdi við høvdinum, annað enn at boðskapurin vendi sær beinleiðis til Merkel.
Yvirhøvur verður funnist dúgliga at Angelu Merkel – bæði uttanhýsis frá fremmandafíggindaligum felagsskapum og innanhýsis frá kristdemokratiska flokki hennara, CDU – tí hon hevur tveitt hurðarnar inn í Týskland á víðan vegg fyri ótálmaðari tilflyting seinnu árini.