Merkel hartar Google bókasavn

Týski kanslarin Angela Merkel ávarar nú um, at upphavsrætturin er í vanda í nýggja netbókasavninum hjá Google.

Í eina tíð hevur leitiskipanin Google skannað inn bøkur úr øllum heiminum, so tær kunnu takast niður á netinum.

Ætlanin er at skapa eitt altjóða, talgilt bókasavn, men líka frá byrjan hevur Google verið fyri atfinningum fyri ikki at virða upphavsrættin hjá høvundunum.

Og nú talar eisini týski kanslarin Angele Merkel at, sambært The Guardian

- Støðan hjá týsku stjórnini er heilt greið í hesum málinum: Upphavsrætturin má og skal virðast, eisini á internetinum, sigur Merkel, sum eftirlýsir eitt altjóða kjak um verju av upphavsrættinum hjá øllum rithøvundum, hvørs bøkur Google nú bjóðar fram á netinum.

Trupulleikin er, at Google enn ikki hevur viljað avdúka, hvussu verkætlanin skaffar sær atgongd til bøkurnar, og heldur ikki hevur hildið avtalur um at gjalda fyri at skanna tær inn, veit Berlingske Tidende at siga.

Tí hevur amerikanska rithøvundafelagið Authors´ Guild stevnt Google, og nú fær felagið stuðul frá týskum og fronskum fakfeløgum.

Google verjir seg við at vísa á, at nýggja netbókasavnið gevur útseldum bókum nýtt lív og gevur atgongd til bøkur, sum annars ikki høvdu sæð dagsins ljós.