Merkel mátti bíða eftir flúgviloyvi

Eitt flogfar við týska kanslaranum Angelu Merkel noyddist at flúgva í ring uppi yvir Tuskalandi í tveir tímar í nátt. Flogfarið var á veg til India, men tá tað skuldi inn í iranskt loftrúm, søgdu myndugleikarnir har nei. Í einum øðrum flogfari vóru fýra týskir ráðharrar, og tað flogfarið fekk beinan vegin loyvi at fara ígjøgnum iranskt loftrúm. Harafturímóti mátti flogfarið við kanslaranum bíða tveir tímar eftir tí neyðuga loyvinum frá iransku myndugleikunum.

Angela Merkel hevur ofta funnist at myndugleikunum í Iran og teirra brotum á mannarættindini, og hon hevur eisini funnist at iranska kjarnorkupolitikkinum.

Tá hon loksins kom til India, hitti kanslarin forsætisráðharran, Manmohan Singh, og forsetan, Pratibha Patil. Haðani fer hon til Singapore.