Nú er tað alment staðfest - Føroyar og »Merkið« eru á Hvíta Lista hjá Paris MoU.
Tað sigur Tommy Petersen, stjóri í Sjóvinnustýrinum.
Hann sigur, at á heimasíðuni www.parismou.org hevur Paris MoU júst kunngjørt yvirlit, sum sýnir, at Føroyar nú eru komnar á Hvíta Lista, sum er ein av fortreytunum fyri, at Føroyar kunnu metast sum framstandandi sjóvinnutjóð.
Paris Memorandum of Understanding, vanliga nevnt Paris MoU, hevur higartil havt føroyska flaggið flokkað á Gráa Lista, eitt skifti enntá á Svarta Lista. Hetta tí, at føroysk handilsskip áhaldandi fingu viðmerkingar ella vórðu afturhildin, tí at raksturin av skipunum ikki var nóg væl fyriskipaður og at skipini tí kundu verða til ampa fyri umhvørvi og trygd á sjónum, eins og heilsuna hjá sjófólkunum.
Skipaeftirlitið, nú Sjóvinnustýrið, hevur í fleiri ár gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at upplýsa og hjálpa føroyskum reiðaríum at uppfylla strongu krøvini, ið eru galdandi fyri altjóða sjóvinnu. At hetta arbeiði nú hevur borið ávøkst, er í stóran mun manningunum umborð á einstøku skipunum fyri at takka.
Miðvísa arbeiðið at bøta um mannagongdir og viðlíkahald á skipunum er gjørt í tøttum samstarvi millum reiðaríini, manningarnar á FAS-skipunum og Sjóvinnustýrið. Eitt serligt herðaklapp skal tó verða veitt uppruna føroysku reiðaríunum, landumsiting og skipsmanningum teirra, fyri stóra lut teirra í hesum avrikinum, sigur Tommy Petersen.
Víðari sigur hann, at hóast málið um at náa Hvíta Lista nú er rokkið, verður ongin tíð at sita fram á árarnar. Stríggið hevur verið at náa málinum, men tað kann lættliga gleppa okkum av hondum aftur, verður ov lætt farið um. Tí verður nýggja málið at halda fast og bøta uppaftur meiri um avrikini.
Við í okkara málsetningum er, at góða samstarvið við reiðarar og manningar skal røkjast og mennast víðari. Vónin, er at føroysku feløg og skip seta sær ítøkilig mál at tryggja framhaldandi góða rakstrarsøgu, so at flaggið sleppur víðari upp á Hvíta Listanum, sigur hann.