Meshuggah eru totalt sjúkir!

Ikki øll á ársins G! festivali eru eins spent upp á Travis. Í einum lítlum kjallara í Syðrugøtu, sótu nøkur ung turr og lurtaðu eftir svenska tungmálmsbólkinum Meshuggah, sum skal spæla á G!seinni í kvøld.

 

"Hetta er heilt ótrúliga stórt. At Meshuggah kemur til Føroya er næstan óveruligt og kann, ið hvussu so er, ikki blíva nógv størri. Teir eru ein av pionerunum innan tungmálm, so eg eri ótrúliga spentur upp á teir," sigur Ísak Petersen, sum í Føroyum er kendur sum bassistur í fleiri tungmálmsbólkum.

 

"Vit hava fleiri ferðir verið á Wacken í Týsklandi, og hava vit ongantíð hoyrt Meshuggah har. So tað er mega kul, at vit hoyra teir her í Gøtu," sigur Ruth Gaard Hansen, ið er systir Mikkjal Gaard Hansen, sangara í Sic.

 

"Serliga trummuspælarin hjá Meshuggah er í klassa fyri seg. Tað er heilt sjúkt, hvussu langt úti góðar rútmurnar eru. Hann er ein av teimum heilt fáu trummuspælarunum í heiminum, sum dugir at brúka báðar síðurnar av heilanum í senn," sigur Teitur Fossaberg avgjørdur.

 

"Travis verður eisini fínt. Tað er ikki tað. Um nógv fólk fara oman har, so fara vit eisini," sigur Karen Maria Mikalsen, sum tó eisini sær mest fram til Meshuggah.

 

"Eg vil gjarna senda eina heilsan til Gudmar í Sic og takka honum vegna Hamferð fyri lán av bassi. Annars hevði Hamferð havt ein stóran trupulleika, tí bassurin hjá teimum koksaði beint áðrenn framførslu," sigur Teitur at enda, áðrenn portalurin fór útaftur í regnið.