Meslingar breiða seg um Evropa

Tað hevur elvt til høvuðbrýggj hjá altjóða heilsustovninum WHO, at meslingar eru farnir at breiða seg millum børn í nógvum londum í Evropa. Higartil í ár hava heilsumyndugleikar staðfest í minsta lagi 6.500 tilburðir av meslingum millum evropeisk børn, og sambært WHO er orsøkin uttan iva, at støðugt minni dentur verður lagdur á at koppseta børn.

Tí hevur ST-stovnurin gjørt av at hava eina koppsetingarviku í Evropa til tess at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at koppseta børn ímóti meslingum.

Tað er serliga í Fraklandi, at meslingarnir eru farnir at gera um seg. Har hava heilsumyndugleikarnir skrásett 4.937 tilburðir síðani á nýggjárinum. Eisini í Spania, Serbia, Makedonia, Týsklandi og Belgia hava nógv børn fingið meslingar teir seinastu fýra mánaðirnar.

Sambært Politiken hava eisini óvanliga nógv børn í Danmark havt meslingar í seinastuni, og heilsumyndugleikarnir stúra fyri, at sjúkan fer at breiða seg uppaftur meiri, nú fólk vitja ætt og vinir um páskirnar.