18. og 19. desember skipar MESS fyri innandura fótbóltskapping fyri bæði kvinnur og menn í høllini á Kambsdali, við stórum vinningum til tey bestu. Vinnandi liðini fáa gávukort á 3.000 kr. frá Hvonn. Nr. 2 fáa 1.500 kr. gávukort og nr. 3. fáa 1.000 kr. gávukort.
Fimm persónar skulu vera á hvørjum liði, fýra á vøllinum í senn.
Fimm lið eru í hvørjum bólki, og tað eru ongar treytir fyri, hvussu liðið er samansett.
Luttøkugjald á 500 kr. skal gjaldast á konto 6460 - 182.218.9 í seinasta lagi mánadagin 14. desember. Viðmerkjast skal fartelefon nummar. Fyrireikarar gera greitt, at tað er avmarkað atgongd, tí skal meldast til sum skjótast.
Tilmelding fer fram við at skriva til [email protected]. Upplýs kontaktpersón, fartelefon nr. og navn á liði.
Allan leygardagin verður fótbóltur úr Premier League vístur á stórskíggja. Eisini verður møguleiki fyri at spæla dart, fussball og air hockey.
Aldursbólkurin er 17 ár og eldri.