Messi droymir um USA

- Eg vil fegin spæla í USA og royna lívið og deildina har, sigur Lionel Messi.

Lionel Messi hevur havt eitt heldur rokmikið tíðarskeið í FC Barcelona, har hann hevur verið óklárur við forsetan, Josep Maria Bartomeu, og alment hevur sagt, at hann ynskti at sleppa úr felagnum, har hann annars hevur spælt alla yrkisleiðina.

Josep Maria Bartomeu fór frá sum forseti í oktober, men tað er framvegis ógreitt hvar Lionel Messi fer at spæla eftir at sáttmáli hansara gongur út eftir hetta kappingarárið. PSG, Inter og Manchester City hava verið nevnd, men framtíðin kann eisini liggja heilt aðrastaðni.

Í einari samrøðu við sponsku sjóvarpsrásina La Sexta avdúkar Lionel Messi, at hann kundi hugsað sær at flutt til USA at spæla fótbólt.

- Eg vil fegin spæla í USA og royna lívið og deildina har, men kortini koma aftur til eitt starv í FC Barcelona. Eg royni tó ikki at hugsa alt ov langt fram, og heldur fáa at síggja hvussu hetta kappingarárið endar, sigur Lionel Messi.

Sambært veddingarfyritøkum, so er mest sannlíkt at 33 ára gamli Lionel Messi í fyrstu syftu skiftir til Manchester City, har hann í so fall fer at spæla undir fyrrverandi venjara sínum í FC Barcelona, Pep Guardiola.