Messi fingið bjóðað 1,6 miljardir í ársløn í Saudiarabia

Nógv talar fyri, at Lionel Messi eisini endar í saudiskum fótbólti

Sambært bretska blaðnum "The Sun" roynir saudiska felagið, Al-Hilal at lokka Lionel Messi til felagið við einum ørandi høgum lønartilboði.

 

The Sun skrivar, at fótbóltsfelagið í Riyadh bjóðar Lionel Messi eina ársløn upp á 194 miljónir bretsk pund, ið svarar til 1,6 miljardir krónur í okkara peningi. 

 

Pápi Lionel Messi, Jorge Messi er sæddur í saudiska høvuðsstaðnum, Riyadh har tað ljóðar, at hann hevur møtt oddafólkunum í saudiska fótbóltsheiminum.

 

Tað kann eisini hava samband við, at Lionel Messi er ambassadørur hjá saudisku ferðavinnuni. 

 

Sáttmálin hjá Lionel Messi við Paris Saint Germain gongur út í summar, og tí má Lionel Messi taka eina avgerð rættiliga skjótt.