Messi gandaði

Lionel Messi skoraði øll fýra málini, tá Barcelona sparkaði Arsenal úr Champions League í gjárkvøldið. Eftir dystin viðurkendi venjarin hjá Arsenal, at Barcelona var betri og at Messi er heimsins nógv besti fótbóltsspælari

Champions League: – Vit taptu í kvøld ímóti einum liði, sum var betri enn vit og sum eisini hevur heimsins besta fótbóltsspælara. Tillukku til Barcelona – teir vóru betri enn vit, segði venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger eftir dystin.
Nicklas Bendtner legði Arsenal á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, men so tóku Barcelona og Lionel Messi yvir. Fyrst smekkaði Messi til uttan fyri brotssteigin og javnaði. Løtu seinni varð hann spældur leysur í brotssteiginum og legði Barcelona á odda. 21 minnuttir eftir 21. minutt, tá Messi skoraði sítt fyrsta, skoraði hann sítt triðja mál og harvið hattrick. Hann bleiv spældur leysur og lyfti bóltin upp um Arsenal-málverjan til 3-1.
Í seinna hálvleiki royndi Arsenal at koma seg, men Barcelona vardi væl fyri og hótti javnan í hinum endanum. Stutt fyri tíð skoraði Messi fjórða mál, tá hann í aðru atløgu fekk sent bóltin millum beinini á Almunia og skorað til endaúrslitið 4-1.

Allir róstu Messi
– Fyri meg, so er Messi tann besti spælarin í øllum heiminum – nógv tann besti. Tá hann er við í spælinum, er hann ógvuliga vandamikil. Tá hann setir ferð á við bóltinum, er hann sera vandamikil, sigur Wenger um fýrafalda málskjúttan hjá FC Barcelona.
Síðsti skansin á Arsenal liðnum var málmaðurin, Manuel Almunia, sum fýra ferðir mátti fara í málið eftir bóltinum, eftir at Messi hevði roynt seg.
– Eg royndi at lesa hann av, men tað er sera torført. Hann gera hvat hann vil við bóltinum – tá hann vil. Tað er ringt at steðga einum slíkum spælara, segði Almunia eftir dystin.
Nicklas Bendtner, ið legði Arsenal á odda, viðgekk eisini at Barcelona og serliga Messi, bara hevði munin í gjárkvøldið.
– Barcelona var tað betra liðið og til tíðir tapir tú upp á handa mátan. Teir spældu góðan fótbólt, so um tú skalt tapa, so vilt tú helst blíva spældur av vøllinum. Lionel Messi er ein heilt ótrúligur spælari og tað prógvaði hann aftur í dag, segði danski landsliðsspælarin.

Kunnu skriva søgu
Barcelona skal møta Inter Milan í hálvfinaluni í Champions League, og sjálvur høvuðspersónurin í gjárkvøldið, Lionel Messi, kundi hugsað sær at møtt onkrum øðrum.
– Vit kundu gott hugsað okkum at sloppið undan Inter, sum er vælkoyrandi, men nú verður tað soleiðis, og so taka vit tað, sum tað kemur, segði eyðmjúki argentinarin, ið heldur tosaði um liðið enn seg sjálvan.
– Nú hava vit møguleika at fara allan vegin, og tað vildi verið stuttligt, um vit kundu skrivað søgu sum einasta lið, ið vann Champions League tvær ferðir á rað. Tað kunnu vit gera.