Lionel Messi og FC Barcelona tryggjaðu sær í kvøld eitt gott útgangsstøðið í fyrru áttandapartsfinaluni móti Arsenal. FC Barcelona vann dystin 2-0, har heimsins besti fótbóltsleikari, Lionel Messi, skeyt bæði málini.
Arsenal var annars væl við størsta partin av dystinum, og í fyrra hálvleiki hevði Arsenal fleiri støður, har teir skuldu lagt seg á odda. Størsta møguleikan hevði Oxlade Chamberlain, sum tó misnýtti risa møguleika.
Í seinna hálvleiki legði Arsenal meira fyri í álopsstøðunum, og tí einu ferðina tá Arsenal hevði koyrt ov nógvar leikarar niðan á vøllin, sektaði Barcelona teir. Tað vóru teir tríggir, Suarez, Neymar og Messi ið stóðu fyri málinum. Luis Suarez fann fyrst Neymar væl, ið dribblaði avstað og spældi Lionel Messi púra leysan, sum ósvikaliga sikkurt skoraði framvið Petr Cech í Arsenal málinum. Hetta var fyrsta ferðin nakrantíð at Lionel Messi hevur skora ímóti Petr Cech, sum hann annars hevur møtt fleiri ferðir.
Lítla løtu seinni økti FC Barcelona eisini til 2-0, eftir brotsspark sum Lionel Messi skoraði uppá. Lionel Messi fekk eisini sjálvur brotssparkið.
Tað skal tí ganga heilt óvanliga illa í hond hjá FC Barcelona á heimavølli, um teir ikki skulu tryggja sær pláss í fjórðingsfinaluni av Champions League kappingini.
Undirhald í Torino
Í hinum dystinum sum varð leiktur í kvøld, gekk meira javnt fyri seg. Juventus og Bayern Munchen spældu nevniliga 2-2 javnleik í Torino, eftir at Bayern Munchen hevði verið á odda 2-0.
Thomas Muller og Arjen Robben løgdu Bayern Munchen á odda 1 og 2-0, men Juventus svaraði aftur seinastu tjúgu minuttirnar.
Stóra stjørnuskotið Paulo Dybala minkaði um munin til 2-1, meðan Stefano Sturaro skoraði til 2-2.
Við báðum málunum á útivølli, má Bayern Munchen metast sum ein lítil favorittur til seinnu uppgerðina, men Juventus er avgjørt ikki avskrivað enn.
Í annaðkvøld vera aftur áttandapartsfinalur á skránni. Tá møtast Dynamo Kiev og Manchester City, meðan PSV Eindhoven og Atletico Madrid møtast í hinum dystinum.
Dystirnir í kvøld:
Arsenal – FC Barcelona 0-2 (0-0)
0-1 Lionel Messi
0-2 Lionel Messi
Juventus – Bayern Munchen 2-2 (0-0)
0-1 Thomas Muller
0-2 Arjen Robben
1-2 Paulo Dybala
2-2 Stefano Sturaro