Í kvøld slapp Lionel Messi at lyfta HM-steypið sum heimsmeistari. Hetta er greitt nógv tað størsta hann hevur vunnið við Argentina.
Messi hevur tó vunnið annað og meir enn HM við Argentina, men givið er, at HM-gullið yvirskuggar allar aðrar sigrar.
Í 2005 vann Messi U20-HM við Argentina. Í 2008 vann Messi olympiskt gull við argentinska U23-landsliðnum. Í fjør vann Messi á fyrsta sinni Copa America við Argentina, og fyrr í ár vann hann saman við Argentina prestisjufulla dystin millum Copa America vinnararnar, Argentina og EM-vinnararnar, Italia.
Haraftrat hevur Messi tríggjar ferðir vunnið Copa America silvur (Í 2007, 2015 og í 2016), og HM-silvur í 2014. Men silvur hevur ikki so høgt virði hjá tí krevjandi argentinska fólkinum.
Messi er eisini søguligur toppskjútti hjá Argentina við heili 98 málum. Og hann hevur argentinska landsliðsmetið við 172 dystum.
Leikarin Messi ofta verður samanborin við, Cristiano Ronaldo hevur til samanlíkningar vunnið tvey heiti við Portugal. Ronaldo vann EM við Portugal í 2016, og Nations League við Portugal í 2019.