Í gjár gjørdist heimurin kunnigur um, at ein av heimsins bestu fótbóltsleikarum, um ikki tann besti, Lionel Messi, var blivin dømdur 21 mánaðir langa, treytaða fongsulsrevsing fyri skattasvik.
Les eisini: Messi dømdur fongsulsrevsing
Dómurin sigur, at Messi og pápi hansara, Jorge Messi, hava svikið í skatti fyri meira enn 30 milliónir. Feðgarnir Messi hava tó valt at kæra dómin, tí at teir eru ósamdir við úrskurðin av rættarsakini. Tað skrivaði Reuters í gjárkvøldi.
Tað er tó týdningarmikið at hava í huga, at Lionel Messi skal ikki inn í fongsul at sita - í núverandi støðu. Fongsulsdómurin er bert treytaður, men argentinski bóltsnillingurin sleppur tó ikki undan at rinda eina bót áljóðandi heili 14,7 milliónir. Ein bót, sum Lionel Messi tó óivað man hava ráð at rinda fyri.
Rættarsakin ímóti Lionel Messi og pápa hansara byrjaði heilt afturi í 2013.