Barcelona-framherjin, Lionel Messi gleðir seg til at skulu dystast ímóti Christiano Ronaldo í Champions League finaluni komandi mikukvøld: - Eg haldi kortini, at tað týdningarmesta fyri bæði meg og Ronaldo, er at liðið hjá okkum vinnur.
Argentinski framherjin útnevnir Manchester United til favoritt áðrenn finaluna mikukvøldið: - Um ein má velja ein favoritt til dystin, so er tað Manchester United, sigur Lionel Messi til Skysports.
Messi var ikki við, tá Barcelona spældi Champions League finaluna ímóti Arsenal í 2006, og er hann tí altráur at sleppa at spæla við hesaferð: - Hetta verður tann størsti dysturin í mínum lívi, og eg eri desperatur eftir at sleppa at byrja inni. Tað hevur nógv at siga fyri meg at sleppa at vera við, staðfestir Messi.
Ein annar spælari, sum heldur ikki var við í finaluni í 2006, var Xavi. Xavi er eisini altráur eftir at sleppa at spæla eina Champions League finalu: - Tað er ógvuliga torført at røkka finaluni í Champions League, og hvør veit um vit røkka enn einari finalu, meðan eg enn spæli við Barcelona? Tað var fantastiskt at vinna í 2006, og føldi, at eg átti ein lut í sigrinum, sjálvt um ikki var við á vøllinum tá. Men sum spælari vil ein sjálvsagt vera við har, sum tað hendir. Og vónandi fáa eg møguleikan mikukvøldið, vit síggja allir fram til finaluna, sigur Xavi við Skysports.