Seinastu mánaðirnar hevur Messi havt nakrar smærri snuddir at dragast við, og sunnudagin noyddist hann av vøllinum longu í fyrra hálvleiki, tá Barcelona vann 4-1 á útivølli móti Betis.
Talan er um skaða í vinstra knæ, og eftir øllum at ber hetta við sær, at Lionel Messi hevur spælt sín seinasta dyst í 2013.
Seinu árini hevur Messi spælt mest sum hvønn dyst hjá Barcelona, men skaðin hesaferð er tann triði hjá honum hetta kappingarárið. Tó hevur hanns pælt 16 dystir og skotið 14 mál fyri Barcelona hetta kappingarárið.