Messi rørdur við standmynd av Maradona

Lionel Messi hevði tár í eygunum, tá ein standmynd av Diego Maradona varð avdúkað í Argentina í vikuni.

 

 

 

Ein standmynd av fótbóltsúrmælinginum, Diego Maradona, sum doyði hin 25. november í fjør, er nú reist í Argentina.

 

Avdúkingin fór fram fyri dystin, sum Argentina leikti ímóti Chili í vikuni.

 

Argentinsku leikararnir vóru í troyggjum við mynd av Diego Maradona undir dystinum, sum endaði við javnleiki, 1-1.

 

Tað var Lionel Messi, sum skeyt argentinska málið við brotssparki, og Alexis Sanches fekk málið hjá Chilli.

 

- Hetta var ein ógvuliga serstakur dystur, tí hetta var hin fyrsti uttan Diego Maradona á lívi. Vit vita, hvønn týdning landsliðið hevði fyri hann, segði Lionel Messi rørdur eftir dystin.

 

##med2##

 

Eftir at Diego Maradona doyði, eru fleiri persónar í vanda fyri at enda í fongsli fyri ikki at hava verið nóg væl um úrmælingin í døgunum, áðrenn hann doyði.

 

Diego Maradona gjørdist heimsmeistari við Argentina í 1986, og hetta er nakað,  sum Lionel Messi higartil ikki hevur upplivað sum landsliðsleikari fyri Argentina.

 

Eingir áskoðarar vóru til dystin móti Chili. Í Argentina búgva stívliga 44 miljónir fólk, og her eru næstan 80.000 fólk deyð av - ella við - koronu, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

##med3##

 

Tveir fótbóltsúrmælingar, Lionel Messi og Diego Maradona.