Champions League:
At fyrra áttandapartsfinalan millum FC Barcelona og VfB Stuttgart endaði við javnleiki, 1-1, var ein sannur skelkur fyri spanska liðið. Tí stóð nógv upp á spæl, tá liðini hittust aftur í gjárkvøldið.
Men hesa ferð var talan um annan dyst, tí minni enn eitt korter var farið, tá Lionel Messi hevði skotið fyrsta málið. Hann rak fram við Stuttgart-verjuni og sendi bóltin upp í samankomingina.
Løtu seinni stóð Messi fyri fríspælingini, ið gav 2-0, tá hann lyfti bóltin inn til Yaya Touré, ið lættliga kundi skora til 2-0.
Eftir dystin var sami Touré ikki seinur at rósa Messi: – Hann er heimsins besti spælari, tí hann spælir undurfullan fótbólt og hevur ótrúliga stóran týdning fyri lið okkara, segði málskjúttin.
At ikki einki var um hesi orðini, kundi Messi sjálvur staðfesta á vøllinum í seinna hálvleiki, tá hann eitt korter fyri tíð skoraði til 3-0 eftir eitt typiskt FC Barcelona-álop við nógvum bóltnertingum og einum brádligum skoti.
Nú var dysturin væl og virðiliga avgjørdur, samstundis sum eingin sum helst ivi var um, at Champions League-meistararnir frá undanfarna kappingarári saktans kunnu endurvinna kappingina – í øllum førum, sum teir spældu í gjárkvøldið.
Tá so Bojan Krkic í næstsíðsta minutti gjørdi tað til 4-0, var tað bara pynt, tí við sigrinum í gjárkvøldið kom FC Barcelona í fjórðingsfinaluna við samanløgdum 5-1 sigri á VfB Stuttgart.
Trý reyð kort
Franska FC Girondins de Bordeaux hevur gjøgnum kappingina verið mest effektiva liðið, tí í bólkaspælinum vann liðið 16 av 18 møguligum stigum, og í áttandapartsfinalunum ímóti Olympiakos fór liðið víðari við samanlagt 3-1 í tveimum sigrum.
Yoann Gourcuff legði fyri, tá hann longu í fjórða minutti sendi eitt spískt og óvæntað fríspark í málið til 1-0. Oman á tað heila fekk Olympiakos-spælarin, Matt Derbyshire, seinna gula kortið, so hetta fór at líkjast alt meira einum greiðum sigri til Bordeaux.
Men brádliga stakk Kostantinos Mitroglou seg upp og javnaði til 1-1, og tá so Bordeaux-liðformaðurin, Alou Diarras, tríggjar minuttir seinni fekk reyða kortið, tóktist dysturin fáa eina vend. Olympiakos trýsti og var nær við at fáa málið, ið hevði sent liðið víðari, men tað eydnaðist kortini ikki.
Í staðin gjørdist tað Marouane Chamakh, sum tveir minuttir fyri tíð í flúgvandi stíli fekk skallað franska liðið í fjórðingsfinaluna. Tá hevði eisini svenski Olympiakos-spælarin, Olof Mellberg, sæð reytt, so hetta málið avgjørdi væl og virðiliga alt og sendi franska liðið í fjórðingsfinaluna.