Lionel Messi hevur vunnið tað sum var eftir hjá honum at vinna, HM-gull við Argentina. Og í dag vera hann og liðfelagarnir stórliga fagnaðir í Argentina.
Men ikki bara tað. Messi tók heili seks met í HM-finaluni í Katar ígjár, sum Argentina vann 7-5 á Fraklandi aftaná brotssparkskapping.
Í finaluni spældi Messi sín 26. dyst í einum HM-endaspæli. Tað er nýtt met. Gamla metið átti týski Lothar Matthäus við 25 dystum í HM-endaspølum.
Messi skoraði sjey mál. Tað er langt frá teimum 13 málunum franski Just Fontaine skoraði í HM-endaspælinum í Svøríki í 1958. Men Messi er tann fyrsti leikarin, ið hevur skorað bæði í bólkaspælinum, áttandapartsfinaluni, fjórðingsfinaluni, hálvfinaluni og finaluni í einum HM-endaspæli.
Messi hevur skorað samanlagt 13 mál í HM-endaspølum, og hann hevur skorað 13 mál í Copa America endaspølum. Tað hevur eingin annar suðuramerikanskur leikari megnað. Gamla metið átti brasilski Ronaldo, ið skoraði 25 mál í HM- og Copa America endaspølum.
Messi hevur samanlagt 21 málstig, 13 mál og átta málgevandi sendingar í HM-endaspølum. Og so nógv málstig hevur eingin annar leikari megnað.
Messi er eisini tann fyrsti leikarin, ið er valdur til dagsins leikara í fimm dystum í sama HM-endaspæli. Tað hendi undir hesum HM-endaspælinum. Undir HM-endaspælinum í 2010 var niðurlendski Wesley Sneijder valdur til dagsins leikara í fýra dystum, og átti hann gamla metið, ið Messi nú hevur tikið.
Ígjár gjørdist Messi eisini tann fyrsti leikarin, ið er valdur til besta leikara í einum HM-endaspæli tvær ferðir. Messi vann eisini gullbóltin hjá FIFA í 2014. Eingin annar leikari hevur megnað at gerast besti leikarin í einum HM-endaspælið tvær ferðir.