Undirhaldið var heilt í toppi, tá ið Argentina eftir longda leiktíð og brotsparkskapping vann HM fyri triðju ferð. Serliga hugflogsríkt var fótbóltsspælið, sum Argentina vísti størsta partin av tíðini, og merkisvert var tað, hvussu Frakland síðstu løtuna megnaði at svara aftur og at venda støðuni frá at hava verið undir 2-0 og til 2-2.
So var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at Argentina er HM vinnari.
Lionel Messi er fleiri ferðir kosin at vera ársins fótbóltsspælari, og hann hevur vunnið og vunnið og sett met omaná met. Tá ið hann hevur verið sammettur við landsmannin Diego Maradona, so hevur verið víst á, at Messi ikki hevur vunnið HM, og at Maradona var heilt framúr og heimsins besti, tá ið Argentina í 1986 vann HM, sum ta ferðina var í Mexico.
Nú hevur Messi megnað alt tað, sum Maradona avrikaði. Í einari av bestu HM finalunum nakrantíð var tað fyrst og fremst 35 ára gamli Lionel Messi, sum syrgdi fyri, at tað nú er Argentina, sum suðuri í hitanum í Doha í Katar fegnast um at tryggjað sær HM heitið í 2022. Argentina hevur áður vunnið HM í 1978 og í 1986.
Leonil Messi er kosin at vera besti spælarin í hesum HM endaspælinum, og nú er spurningurin, um stjørnuspælarin yvir øllum fer at halda fram á landsliðnum, har hann hevur spælt 172 dystir og skorað 98 mál. Talan er um suðuramerikanskt met bæði í tali á landsdystum og landsliðsmálum.
Í hesi HM kappingini skoraði Leonil Messi sjey mál. Toppskorari var Kylian Mbappé við átta málum.
HM vinnarar:
Brasil 1958, 1962, 1970, 1994, 2002
Italia 1934*, 1938, 1982, 2006
Týskland 1954, 1974*, 1990, 2014
Argentina 1978*, 1986, 2022
Uruguay 1930*, 1950
Frakland 1998*, 2018
England 1966*
Spania 2010