Sveinur Gaard Olsen vísti sín sanna x factor, tá hann kvøld bæði spældi trummur og leyp upp á dómaraborðið, har hann dansaði og sang og næstan traðkaði á høvdið á skarprættaranum Thomas Blachmann.
Men Sveinur var sannførandi, og hann kom eisini víðari. Eisini hin føroyingurin ella hálvi føroyingur, Jean Michelle, kom víðari saman við Nicoline Simone.
Men av teimum seks luttakandi, sum eru eftir í donsku x factorkappingini, so fingu vit í kvøld eitt nýtt føroyskt innslag: Gentuduo'in hjá Thomas Blachmann, Tandberg & Østerby sungu lagið hjá føroysku Gretu Svabo Bech (samrøða við hana er í Sosialinuim í kvøld),Raise You'r Weapon TRÝST HER. Tær komu í »farezonen«, men komu víðari.
Sostatt hava føroyingar ávirkan á helmingin av teimum, sum nú eru eftir í X Factorkappingini