Skúlin við Løgmannabreyt er tikin alment í nýtslu við eitt stórfingið hátíðarhald í skúlanum, har foreldur, næmingar og nógvir gestir vóru við. Tann nýggjasti og helst mest framkomni skúlin í Føroyum, Skúlin við Løgmannabreyt, er nú tikin alment í nýtslu.
Hetta hendi við eitt alment hátíðarhald í skúlanum á sjálvari Grækarismessu.
Nógv fólk vóru møtt til hátíðarhaldið í einum skúla, sum livir upp til at kalla øll krøv, ið setast kunnu einum nýmótast fólkaskúla.
Hátíðarhaldið var merkt av, at øll, ið á ein ella annan hátt hava tilknýti til skúlan, eru glað fyri umstøðurnar, ið nú eru veruleiki.
Hetta merktið eisini røðuna hjá Heðini Mortensen, borgarastjóra. Hann nevndi m.a., at skúlin er bygdur sum liður í politisku ætlanini hjá Tórshavnar Býráð, ið raðfestir trivnað og tey sonevndu ?bleytu virðini? ovarlaga.
Heðin Mortensen greiddi frá, at Tórshavnar Kommuna er komin á mál við at nøkta tørvin á barnaansing. Skúlarnir standa í løtuni fyri tørni, og síðani skal trivnaðurin hjá eldru borgarunum økjast.
- Hesa uppgávuna fara vit eisini at loysa, segði borgarstjórin.
Formaðurin í mentamálanevndini, Jógvan Arge, kom í síni røðu inn á, at áhugin fyri at arbeiða í nýggja skúlanum er stórur, og at tað nú er upp til starvsfólkið at fáa gott innihald í skúlan. Hann nevndi eisini, at hetta er fyrstu ferð, at 1,5 prosent av byggikostnaðinum er farin til at prýða skúlan við list.
Høgni Joensen, skúlastjóri, takkaði í røðu fyri tær góðu umstøðurnar. Hann undirstrikaði týdningin av, at leiðslan saman við lærarum og stuðlum í skúlanum og pædagogum í frítíðarskúlanum áhaldandi fáa tað góða samstarvið at virka, so skúladagurin gerst góður og gevandi. Frítíðarskúlin er partur av sjálvum skúlanum.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona í mentamálum, var eisini við og heilsaði starvsfólkum, foreldrum, næmingum og kommununi við góðum orðum.
Skúlin við Løgmannabreyt varð tikin í nýtslu í 2009. Skúlaárið 2010/2011 ganga 314 næmingar í tilsamans átta árgangum í skúlanum. Árgangirnir eru ikki býttir sundur í flokkar. Umframt skúlastjóra og varaskúlastjóra arbeiða 28 lærarar og stuðlar í skúlanum.
Arkitektoniskt er skúlin skræddaraseymaður til undirvísingarendamálið. Skúlastovur og felagshøli eru væl útgjørd og rúmlig. Vitjandi leggja beinanvegin til merkis miðrúmið, ið er væl egnað til tvørfakligar verkætlanir, framførslur, stórar fundir og annað mangt. Listamaðurin Edvard Fuglø hevur prýtt miðrúmið við sera áhugaverdari og stórslignari list.
Ein hópur av fyritøkum og einstaklingum hava verið við til at bygt skúlan. Arkitektavirkið Árni Winther Arkitektar hevur teknað skúlan, og byggifyritøkan Búsetur hevði høvuðsentreprisuna.