Hetta er ikki øðrvísi enn tá Johan Dahl ger eina avtalu við eitt oljufelag. Hvat er munurin millum at bora eitt hol tvørtur ígjøgnum havbotnin og at bora niður í havbotnin?
Sitatini eru tikin úr heita tunnilskjakinum í summar, tá grundgivið hevur verið fyri at halda sáttmálan millum Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) og Innlendismálaráðið (IMR) loyniligan.
Sosialurin hevur í fleiri umførum biðið um innlit í sáttmálan millum CIP og IMR. Blaðið hevur biðið um innlit áðrenn 27. juni, og eftir 27. juni, tá sáttmálin var liðugur. Men hvørjaferð hevur svarið verið noktandi.
Innlendismálaráðið brúkar grein-13 í lógini um alment innlit til at nokta innlit í sáttmálan millum CIP og IMR. Har stendur, at ”rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna.”
Í almenna kjakinum hevur somuleiðis verið ført fram, at tað var krav frá Copenhagen Infrastructure Partners, at sáttmálin við Innlendismálaráðið skal vera loyniligur.
Harumframt hevur Innlendismálaráðið valt at seta inn í sjálvt lógaruppskotið um sama tunnil, at sáttmálin skal framhaldandi vera loyniligur í nógv ár afturat. Sum eina nýggja grein-15a mælir Innlendismálaráðið til at seta í lógarverkið undir Eysturoyartunnlinum, at ”fram til seks mánaðir aftaná at tunnilin er tikin í nýtslu, er avtalan um einkarætt ikki fevnd av løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.”
Samanberingin
25. juni skrivaði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, undir tveir sáttmálar við oljufelagið Dong Energy. Loyvini geva danska oljurisanum ”einkarætt til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum” í tveimum stórum økjum í føroyska landgrunninum. Dong fær sostatt einkarætt til ta brúka eitt øki av føroyska landgrunninum í eitt ávíst áramál. Og felagið fær eisini eitt ávíst áramál til at fyrireika seg til at brúka henda einkarættin.
Talan er um loyvi-018 og loyvi-019, sum eru ávíkavist 75 ferkilometrar og 830 ferkilometrar til støddar og bæði liggja í Marjun-økinum í ein landsynning úr Føroyum. Loyvini verða givin við støði í kolvetnislógini frá 1998, men eftir einari lógarbroyting frá 2010 um "open-door" prinsippið. Tað merkir í stuttum, at eitt felag kann bjóða seg fram til eitt øki, uttan at Jarðfeingi sum myndugleiki undir Vinnumálaráðnum frammanundan hevur gjørt eitt alment útbjóðingarumfar. Hinvegin skulu aðrir aktørar fáa eitt ávíst skotbrá at bjóða upp á sama øki eftirfylgjandi, áðrenn Jarðfeingi kann undirskriva nakran sáttmála um økið.
Fyri at halda fast í samanberingina millum báðar sáttmálarnar, so er also í báðum føri talan um ein sáttmála, ið gevur einari fyritøku einkarætt til at brúka og tjena pengar burtur úr einum petti av Føroyum í eitt ávíst áramál.
Men meðan sáttmálin millum CIP og IMR er og ætlandi verður verandi loyniligur, so er øðrvísi við sáttmálanum millum Vinnumálaráðið (Jarðfeingi) og Dong Energy.
Sosialurin brúkti bara eina løtu at fáa innlit í sáttmálarnar millum VMR og Dong. Sáttmálaarnir eru sum nevnt báðir undirskrivaðir 25. juni, tveir dagar áðrenn tunnilssáttmálin eftir ætlan skuldi undirskrivast í Løkshøll í Runavík.
Her skal sjálvandi havast í huga, at sáttmálarnir við Dong Energy eru undirskrivaðir, meðan sáttmálin við Copenhagen Infrastructure Partners enn ikki er undirskrivaður. Tí førir Innlendismálaráðið eisini fram, at "Innlendismálaráðið og CIP eru í samráðingunum vorðin samd um flestu viðurskifti. Tó er sáttmáli enn ikki undirskrivaður. Partarnir eru framvegis í eini tilgongd, og málið sostatt ikki avgreitt."
Tað skrivar Kaj Johannesen, fulltrúi í Innlendismálaráðnum, millum annað í grundgevingini fyri at nokta Sosialinum innlit í málið.
Tøgnin
Í tilgongdini, meðan tunnilssáttmálin hevur verið viðgjørdur av politisku skipanini, er CIP gingið við til at lata løgtingslimir sleppa at síggja sáttmálan. Tó eru strangar treytir um tagnarskyldu settar við. Eitt nú skulu løgtingslimir skriva undir trúnaðarskjal, har tey binda seg til ikki at endurgeva nakað sum helst burtur úr sáttmálanum. Tey sleppa bara at lesa á advokatskrivstovuni hjá Inga Højgaard, eftir at hava avleverað fartelefon, penn og pappír, og skulu tá vera undir eftirliti av hjásitara, meðan lisið verður.
Freistin at lesa sáttmálan var úti týsdagin í síðstu viku. So í løtuni er sáttmálin millum CIP og IMR handan læstar dyr.
Milliónin
Hósdagin í síðstu viku fall ein millión til gjaldingar, úr landskassanum á konto hjá Copenhagen Infrastructure Partners. Milliónin hevur sín uppruna í eini ískoytisavtalu, sum varð gjørd, tá tað stóð greitt, at tunnilssáttmálin ikki fór at verða undirskrivaður 27. juni. Í hesi ískoytisavtalu stendur á donskum, at ”såfremt den som bilag-1 vedhæftede koncessionsaftale ikke er tiltrådt af landsstyret senest inden lørdag 31. august 2013, betaler landsstyret en kompensation til CIP på én million. Kompensationen forfalder senest den 5. september 2013.”
Sosialurin hevur eisini biðið um innlit í hesa ískoytisavtalu. Men eisini í hesum føri er svarið noktandi. Aftur vísir Innlendismálaráðið til tann partin av grein-13 í innlitslógini, sum gevur einum myndugleika rætt til at avmarka skjalainnlit "í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna." Somuleiðis vísir Innlendismálaráðið á, at undantakið eisini er ætlað at tryggja samráðingarstøðu tess almenna, tá tað skal gera sáttmálar.
Svarið til innlitsumbønina er givið, eftir at tann eina milliónin varð flutt úr landskassanum á konto hjá CIP.
Sambært eini frágreiðing, sum Innlendismálaráðið hevur latið Løgmansskrivstovuni, var løgmaður sjálvur við til at gera hesa ískoytisavtalu við CIP. Í tí frágreiðingini skrivar aðalstjórin í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, soleiðis um ta einu milliónina: ”Á fundi millum løgmann/landsstýrismannin í innlendismálum og CIP 27. juni varð avtalað, at sum treyt fyri at CIP ikki skuldi taka seg burturúr samráðingunum beinanvegin, skuldi CIP hava 1,0 milliónir krónur, eitt sokallað “ break fee”, um sáttmálin ikki var undirskrivaður í síðsta lagi 31. august 2013.
Hóast her sostatt finst ein ískoytisavtala, sum er avgreidd, til eina avtalu, sum er liðugt orðað og klár at undirskriva - so fæst innlit í hvørga.
Ikki minst tí gjørdi Sosialurin eina roynd at kanna, um sama ger seg galdandi, tá borast skal niðureftir á landgrunninum, heldur enn tvørtur í gjøgnum undirgrundina undir Skálafjørð og Tangafjørð. Men opinleikin er størri vertikalt enn horisontalt.