Mest mannfólk – og mest í Suðuroy

Á einum øki er gongdin í arbeiðsloysinum broytt, men á einum øðrum øki er søgan tann sama

Sum vit skrivaðu í áðni er arbeiðsloysið í Føroyum nú so lágt, at í roynd og veru er talan um eina støðu, har tað heldur er stórt trot á arbeiðsmegi.

 

Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í apríl í ár var arbeiðsloysið 1,5 prosent og tað merkir, at tað vóru 439 fólk í Føroyum, sum fingu arbeiðsloysisstuðul.

 

Me uppgerðin vísir eisini, at hesa seinastu tíðina er hend ein broyting í kynsbýtinum. Tað hava næstan altíð verið fleiri konufólk, sum hava verið arbeiðsleys enn tað hava verið mannfólk, men nú er støðan broytt, tí nú eru heildur fleiri mannfólk, sum ganga arbeiðsleys. Í apríl var arbeiðsloysið hjá mannfólki 1,6 prosent og hjá konufólki var tað 1,4 prosent.

 

Men tað er eitt sindur á muni á, hvussu hart ymisk øki í landinum eru rakt avarbeiðsloysi – og í so máta er gongdin, sum hon hevur verið í nógv ár. Og tann gongdin er, at arbeiðsloysið í Suðuroy var væl størri enn í restini av landinum.

 

Í apríl í ár var arbeiðsloysið í Suðuroy 2,7 prosent og tað er næstan tvær ferðir so nógv, sum aðrastaðni. Men síðani er virksemið tikið upp aftur á einum stórum arbeiðsplássi, Varðanum Pelagic á Tvøroyri og har eru væl yvir 100 fólk í arbeiði, so tað fer at minka munandi um arbeiðsloysið í Suðuroy.

 

Í Sandoynni er arbeiðsloysið næstan líka høgt, tí har er tað 2,1 prosent og í Vágum er tað 1,7 prosent. Har merktist tað á arbeiðsloysistølunum, at flogvøllurin og Atlantsflog sendu tað allarmesta av starvsfólkunum til hús, tí korona hevði lagt alt lamið.

 

Í Havn og í Norðstreymoy er arbeiðsloysið 1,6 til 1,9 prosent og arbeiðsloysið er minst í Eysturoy og í Norðoyggju, har tað er 0,9 prosent.