Sambært tølum hjá felagsskapinum JATO, sum arbeiðir við gransking av marknaðinum fyri nýggjar bilar, er Volvo XC60 tann SUV í miðalklassanum, ið er tann mest seldi í Evropa í 2015.
XC60 hevur verið tann best seljandi Volvo síðan 2009, og bilurin er væl móttikin av europeisku bilkeyparunum. Sambært JATO eru SUV (Sport Utility Vehicle) eisini fyri fyrstu ferð best umtóktir millum bilkeyparar í Europa.
Volvo XC60 kom á marknaðin í 2008, og sølan hevur gingið framá við rúkandi ferð síðan tá. Annars er sølan av Volvo persónbilum í Evropa meira enn helvtin av søluni hjá Volvo í øllum heiminum.