Av 142 tonsum, sum Fiskamarknaður Føroya seldi í dag, var meiri enn 80 tons toskur. Av hesum vóru sløk 42 tons toskur 4. Fiskamarknaður Føroya seldi í dag tilsamans 142,1 tons av fiski. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 14,09 krónur fyri kilo. Samlaða sølan gav góðar 2 miljónir krónur.
Nógv tann størsti parturin av fiskinum á marknaðinum í dag var toskur, góð 80 tons tilsamans.
Nógv mest var av toski 4, sløk 42 tons, og her var miðalprísurin 13,69 krónur fyri kilo. Næst størstu nøgdirnar var toskur 3, sløk 25 tons, sum fekk miðalprísin 17,57.
Sløk 30 tons vóru av hýsu. Nógv mest var av hýsu 2, sløk 20 tons tilsamans. Miðalprísurin fyri hýsu 2 var 13,39 krónur fyri kilo. Hýsa 3, sum næst mest var av, fór fyri 12,59.
Á marknaðinum í dag var eisini nakað av longu og brosmu. Besti miðalprísurin fyri longu var 13,10, og besti miðalprísur fyri brosmu var 7,70 krónur fyri kilo.
Sløk 2 tons vóru av havtasku, og besti miðalprísurin var 34,30.
Hálvt triðja tons var eisini av toskarognum, sum fóru fyri 9 krónur fyri kilo.