Mest veitir tænastur til 25 vindmyllur

Skipasmiðjan Mest hevur tænastu sáttmála við vindmylluframleiðaran Enercon, sum hevur latið allar 25 vindmyllurnar hjá SEV.

 

– Vit hava eina tænastusáttmála við vindmyllufelagið Enercon. Allar tær 25 vindmyllurnar hjá SEV eru av slagnum Enercon, 13 í Húsahaga, 5 í Neshaga og 7 í Porkeri.

Tað sigur Mourtiz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni Mest, í samrøðu í eykablaðnum Vinnuni, sum er í Sosialinum um vikuskiftið.

– Vit hava útbúgvið átta mans til tað arbeiðið við vindmyllum og keypt bilar og aðra útgerð til tað, so vindmylluparturin fyllir alsamt meira, sigur hann.

– Og vit halda tað vera sera áhugavert soleiðis at fara tann grøna vegin, sigur hann.

At byrja við sendi Enercon fólk hendanvegin til alt arbeiði, sum skuldi gerast við vindmyllurnar. Men so við og við er skipasmiðjan farin at taka meira yvir, og tað er nú formaliserað við eini avtalu. 

Hóast Enercon framvegis sendir sínar teknikarar upp av og á, tá tað er okkurt serligt, so klára fólkini hjá Mest meginpartin. 

Átta mans hava fingið útbúgving innan økið, og einir fýra teirra arbeiða meira ella minni burturav við hesum arbeiði, sigur stjórin á Mest.

Nýggju myllurnar hjá Magn, sum verða settar upp í Flatnahaga verða eisini av slagnum Enercon.