Í mesta lagi 100 sleppa í kirkju

Nógv atlit eru at taka, tá ið farið verður í kirkju í dag fyri fyrstu ferð í níggju vikur. Almennu tilmælini verða fylgd, og kirkjurnar hava skipað seg kring landið at taka ímóti kirkjugangarum

Havnar kirkja hevur lýst við hesum tilmælunum:

Gott at vit kunnu koma aftur í kirkju!

Hesar ásetingar eru enn galdandi í sambandi við kirkjugongd:

– Sprittið hendurnar í forkirkjuni!!!
– Hámark: Í mesta lagi kunnu 100 fólk vera til hvørja gudstænastu ella kirkjuliga tænastu.
– Sitið verður í øðrum hvørjum kirkjustóli, sí frámerkið!
– Í mesta lagi 2 fólk sita í sama kirkjustóli við 2 m frástøðu.
Húsfólk kunnu sita saman.
– Sungið verður úr prentaðum arki ella úr sálmabókaappini.
– Tá ið gudstænastan er liðug, verður gingið út sum vanligt. Steðgað verður ikki á í forkirkjuni.
Góða gudstænastu og góðan sunnudag!
Kirkjuráðið


Gudstænastur vera í øllum kirkjum kring landið. Vegna at ikki fleiri enn 100 kunnu koma í kirkju, eru nakrar kirkjur, ið hava tvær gudstænastur, bæði klokkan 11 og klokkan 13, millum annað Vesturkirkjan og Argja kirkja.