Met á flaggdegnum

394 rennarar ? tað mesta nakrantíð - tóku lut á flaggdagsrenningi, tá Bogi Lenvig rann undir 12 ára gamla metið hjá Halluri Holm

Flaggdagsrenning

Veðrið var av tí besta, tá Bragdið flaggdagin skipaði fyri 19. útgávuni av flaggdagsrenningini. Kanska høvdu umstøðurnar sítt at siga, men tað skerst ikki burtur, at Bogi Lenvig er um at renna seg heilt, heilt heitan til komandi oyggjaleikirnar.
Við tíðin, 22 minuttir og 30 sekund, rann Bogi heili 26 sekund skjótari enn gamla metið á 7 kilometra langa teininum. Tað metið hevði annars staðið í friði í 12 ár.
Og eisini vóru fleiri onnur góð úrslit at síggja. Millum annað rann bert 14 ára gamla Bjørg Herup Olsen seg inn á eitt bronsupláss hjá kvinnum.
Fremstu luttakararnir í ymsu bólkunum vóru annars hesi:

Dreingir
NrNavnFelagTíð
1Eli FalkvardFrælsi6.06
2Rúni SeloyBragdið6.31
3Ragnar KhaliqheyFrælsi6.35

Gentur
1Vár GregersenFrælsi7.00
2Silja NiclasenFrælsi7.04
3Sóldis PetersenTórshavn7.28

Kvinnur
1Súsanna SkylvTórshavn29.21
2Petra Gardar Neumann29.28
3Bjørk Herup OlsenBragdið29.55

Menn
1Bogi LenvigBragdið22.30
2Guttorm SørensenTreysti23.27
3Jóan Karl JoensenBragdið24.29

Veteranar, kvinnur
1Jóngerð HøgnesenBragdið33.29
2Súsanna DanielsenTórshavn37.44
3Louisa SvenssonTórshavn37.52

Veteranar, menn
1Jósvein Herup OlsenBragdið26.09
2Pól SundskarðTreysti26.58
3Tummas JoensenTreysti27.32