Metáhugi fyri Jobprát

Í dag byrjar starvsstevnan Jobmatch, og ongantíð áður hava so nógv jobprát verði bíløgd frammanundan stevnuni. Eitt »JobPrát« er ein óbindandi styttri samrøða, har høvið býðst at kunna seg um møguleikar og at greiða frá um seg sjálvan. Nærum 200 samrøður er bílagdar áðrenn Jobmatch letur dyrnar upp í dag.

Harumframt ber til hjá áhugaðum at vitja Jobmatch á Skálatrøð í Havn og fáa eitt prát við tær 21 fyritøkurnar og stovnarnar, sum hava hug at koma á tal við lesandi og fólk við útbúgving – antin tey búgva í Føroyum ella uttanlands.

– Tískil kann staðfestast, at stórur áhugi tykist verða fyri stavsstevnuni. Fullteknað er við fyritøkum og stovnum, sum bjóða seg fram, og ongantíð áður hava so nógv bílagt samrøður áðrenn stevnan byrjar, sigur Katrin I. Jacobsen, projektleiðari.

Hon heldur, at hetta eisini er í tráð við tað, sum Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, hevur sagt um týdningin av at fyriskipa Jobmatch í Føroyum, sí video.

Jobmatch starvstevnan byrjar í dag klokkan 14, tá ið Heðin Mortensen, borgarstjóri setur stevnuna. Stevnan heldur á fram til klokkan 21 í kvøld.

Bergtóra Høgnadóttir fer klokkan 15 og klokkan 18 at halda snarskeið í at skriva CV og starvsumsóknir. Harumframt hava fyritøkur og stovnar framløgur. Sí skránna á heimasíðuni jobmatch.fo.

Tað er ókeypis at vitja starvstevnuna.