Nakrir hundrað fleiri umsøkjarar eru til miðnámsskúlarnar í ár enn í fjør, og hetta gevur bæði skúlum og Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu høvuðbríggj.
Kunnu skúlarnir hýsa øllum hesum næmingum, og hvar skal peningurin finnast.
Serliga er tað HF í Hoydølum og HTX-útbúgvingin í Klaksvík, sum nógvar umsóknir eru til. So nógv hava søkt inn á HTX í Klaksvík, at har verða fyri fyrstu ferð tveir flokkar. Eisini eru væl fleiri umsóknir til studentaskúlarnar.
Av tí at talið av lærlingum er lækkað nógv, eru í staðin nógvar umsóknir til SIT, sum er støðisár innan tøkni, á teknisku skúlunum.
Ein orsøk er, at teir seinastu árgangirnir hava verið smáir, og at ein stórur árgangur nú søkir inn.
Men ein onnur orsøk er, at ungdómsarbeiðsloysið er stórt, og í staðin fyri at ganga fyri einki velja fleiri ung at fara í skúla.
Og tað heldur Helena Dam á Neystabø vera gott.
Gott
- Hetta er ein góður máti at basa ungdómsarbeiðsloysinum, og vit varðveita ein størri part enn annars í landinum. Tað er ein betri íløga fyri samfelagið, at fleiri ung fara í skúla heldur enn at tey bara hava eina sosiala veiting at halla seg til. Hetta er eisini gott fyri okkara sjálvsvirðing sum tjóð, at vit taka ábyrgdina á okkum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Rættiliga nógvar fleiri umsóknir eru til HF, og tað tulkar Helena Dam á Neystabø sum, at tilkomin fólk, sum antin eru arbeiðsleys ella vænta at verða uppsøgd, hava valt at fara í skúla.
Meira undirvísing á miðnámsskúlunum fer væntandi at kosta 10-12 milliónir krónur eyka, og haraftrat skulu gjaldast á leið sama upphædd meira í lestrarstuðuli.
Samgongan samd
- Tíbetur er samgongan samd um, at útbúgving skal raðfestast høgt, so øll skikkað sleppa inn á skúlarnar, sigur Helena Dam á Neystabø.
Peningurin skal sostatt finnast onkrastaðni. Tað verður ikki á skúlaøkinum, tí tað økið er longu nógv skert. Heldur ikki er vist, at peningurin verður funnin aðrastaðni á mentanarøkinum. Upphæddin verður tikin uppí orðaskiftið um allar aðrar sparingar, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ein stórur spurningur er, hvussu skúlin í Hoydølum skal kunna hýsa øllum hesum eyka fólkunum. Trongligt er sum er, og serliga nú gamli bygningurin er stongdur. Men tað er ein onnur søga.