Metárið hjá Chelsea

Chelsea setti punktum við eitt framúr kappingarár í Premier League, har liðið hevur víst sína styrki við at bróta fleiri met. Southampton mátti geva skarvin yvir eftir 27 ár í fremstu deildini, og West Brom megnaði sera óvæntað at lívbjarga sær á seinasta leikdegi

Premier League

Leygardagin varð seinasti dysturin í Premier League leiktur, og hetta var endabresturin á einum óvanligum kappingarári í Onglandi.
Fyri tað fyrsta hava vit fyri fyrstu ferð síðan 1996 ein vinnara, sum ikki eitur Manchester United ella Arsenal. Seinast eitt annað felag vann var í 1995, tá Blackburn gjørdist meistari við Kenny Dalglish sum venjara og Alan Shearer sum áleypara.

Metini
Aftaná hvørt kappingarár seta fótbóltsnørdarnir seg niður at kanna hagtølini fyri at vita, um nøkur nýggj met eru sett. Og Chelsea hevur skrivað seg í søgubøkurnar á fleiri økjum, um vit hyggja nærri eftir hagtølunum frá undanfarna kappingarári. Chelsea hevur nevniliga skarað framúr á fleiri økjum.
Chelsea megnaði í 38 dystum at skava sær heili 95 stig saman, og hetta er nýtt met. Gamla metið átti Manchester United, sum fekk 92 stig frá 42 dystum í 1993-94.
Verjan hevur verið grundarlagið undir teimum nógvu sigrunum, og bert fimtan mál eru skotin ímóti Chelsea. Hetta er nýtt met í fremstu deildini. Gamla metið átti Liverpool frá kappingarárinum 1978-79 við sekstan málum ímóti sær, men havast skal í huga, at tá spældu liðini 42 dystir.
Chelsea vann 29 dystir, og tað er ein sigur meira enn teir 28, sum United fekk í 1999-2000. Metið eigur Tottenham frá kappingarárinum 1960-61 við 31 sigrum í 42 dystum.
Sigurin á Manchester United í næstseinasta dystinum var áttandi sigurin á rað á útivølli, og tað er eisini nýtt met.
Merkisvert er eisini, at Chelsea bert skoraði 72 mál á leiðini móti meistaraheitinum. Metið í Premier League fyri flest mál eigur Arsenal, sum í fjør skeyt heili 97 mál. Chelsea tapti ein dyst í ár, og tað var ímóti Manchester City, og tí er Arsenal enn tað einasta felagið, sum ikki hevur tapt ein landskappingardyst ígjøgnum eitt heilt kappingarár.
Chelsea endaði annars kappingarárið við einum javnleiki á útivølli ímóti Newcastle. Við einum sjálvmáli frá Geremi kom Newcastle framum, men Frank Lampard, ársins leikari millum ítróttarskribentar, javnaði við brotssparki og forðaði harvið fyri, at Chelsea endaði kappingarárið við einum tapi.

Southampton fór niður
Eftir at hava spælt í bestu deildini í 27 ár skal Southampton spæla í næstbestu deildini komandi ár. Southampton tapti í seinasta dystinum 2-1 fyri Manchester United, og avleiðingin av tí er niðurflyting.
Tað var West Bromwich Albion, sum dróg tað longsta stráið millum botnliðini á seinasta leikdegi. West Brom er tað fyrsta liðið, sum ikki flytur niður eftir at hava ligið aftast á nýggjárinum.
Uppflytararnir úr West Brom møttu Portsmouth og fingu eisini tann alneyðuga sigurin til høldar. 2-0 gjørdist úrslitið, og málini skutu Geoff Horsfield og Kieron Richardson. Hini úrslitini lagaðu seg soleiðis, at West Brom yvirlivir hesuferð.
Norwich gjørdi sær fyri skommum á seinasta leikdegi, tá teir taptu heili 6-0 á útivølli fyri Fulham, sum einki hevði at spæla fyri.
Crystal Palace var sera nær við at klára skerini hesuferð, men teir gjørdust júst ov stuttir. Charlton megnaði nevniliga at fáa útjavnandi málið tíggju minuttir fyri leiklok, og so var vónin hjá Crystal Palace burtur.
Sum úrslitini lagaðu seg skuldi Crystal Palace vinna, men endaliga støðan gjørdist 2-2. Charlton kom annars framum við máli frá Bryan Hughes, men síðani vendi dysturin, og Crystal Palace kom framum 2-1, og eina løtu var líkt til, at teir fóru at lívbjarga sær. Men útjavnandi málið frá Jonathan Fortune sendi London-liðið niður aftur í The Championship.

Middlesbrough í UEFA
Middlesbrough skuldi hava javnleik ímóti Manchester City fyri at halda fast um UEFA-Cup plássið. 1-1 endaði dysturin, og Middlesbrough sleppur harvið at spæla UEFA Cup aftur komandi ár.
Middlesbrough kom framum við máli frá Hasselbaink miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men beint eftir steðgin javnaði Kiki Musampa. City fekk eisini møguleikan at avgera dystin, men Robbie Fowler misnýtti eitt brotsspark í seinastu løtu.
Arsenal tapti seinasta dystin ímóti Birmingham. Dysturin var uttan týdning, og tí var tað møguliga ikki yvirraskandi. Øll málini fullu í seinastu tíggju minuttunum. Fyrst legði Pandiani Birmingham framum, men Bergkamp javnaði fyri Arsenal. Heskey átti tó seinasta orðið og skoraði til 2-1.
Liverpool fekk endiliga okkurt at fegnast um á seinasta leikdegi, tá teir vunnu 2-1 á Aston Villa. Djibril Cissé var við frá byrjan fyri fyrstu ferð, síðan hann breyt beinið í heyst. Hann legði eisini heimaliðið framum 2-0 fyri steðgin, annað málið uppá brotsspark. Gareth Barry minkaði miðskeiðis í seinna hálvleiki til endaliga úrslitið 2-1.
Bolton skrivaði søgu í hesum kappingarárinum, tí hetta er fyrstu ferð, at felagið nakrantíð hevur kvalifiserað seg til evropeiskar kappingar. Komandi ár skal Bolton nevniliga luttaka í UEFA Cup. Seinasta dystin var Everton á vitjan, sum longu hevur tryggjað sær Champions League luttøku við einum fjórða plássi.
3-2 til Bolton gjørdist endaliga úrslitið eftir ein undirhaldandi dyst. Tim Cahill legði Everton framum, og tá N´Gotty hjá Bolton varð rikin av vølli hevði Bolton ikki teir stóru møguleikarnar.
Men teir svaraðu aftur við bert tíggju monnum. Radhi Jaidi og Kevin Davies løgdu Bolton framum, áðrenn Lee Carsley javnaði aftur fyri Everton. Stelios Giannakopoulos fekk sigursmálið í 67. minutti, og 3-2 gjørdist endaliga støðan.
Seinasti dysturin var millum Tottenham og Blackburn, og hann endaði málleysur.