Cristiano Ronaldo hevur rundað tey 39 árini, men hann heldur fram við at seta met.
Við at vera millum teir úttiknu til EM-hópin hjá Portugal í Týsklandi hevur Ronaldo sett eitt ótrúligt met.
Ronaldo sum var við til sítt fyrsta EM-endaspæl í 2004 fer at taka lut í einum EM-endaspæli á sætta sinni, og tað hevur eingin annar megna áður.
Spanska málmanslegendan, Iker Casilias átti gamla metið við fimm EM-endaspølum.
Ronaldo hevur skotið 128 mál í 206 landsdystum fyri Portugal.
Portugisiski landsliðsvenjarin, Roberto Martínez hevur eisini funnið pláss til 41 ára gamla Pepe.
Bruno Fernandes, Ruben Dias og Rafael Leao eru eisini millum teir sum eru úttiknir.
Portugal er í innleiðandi bólki saman við Kekkia, Turkalandi og Georgia. Portugal spælir fyrsta dystin móti Kekkia 18. juni.
HER er EM-hópurin hjá Portugal:
Málverjar:
Diogo Costa
José Sá
Rui Patrício
Verjuleikarar:
António Silva
Danilo Pereira
Diogo Dalot
Gonçalo Inácio
João Cancelo
Nélson Semedo
Nuno Mendes
Pepe
Rúben Dias
Miðvallarar:
Bruno Fernandes
João Neves
João Palhinha
Otávio Monteiro
Rúben Neves
Vitinha
Bernardo Silva
Álop:
Cristiano Ronaldo
Diogo Jota
Francisco Conceição
Gonçalo Ramos
João Félix
Pedro Neto
Rafael Leão