Met í Tutli

Tutl er virkið útgávufelag og tølini eru stór, tá eindirnar verða gjørdar upp og 2003 er onki undantak. Í 2003 hava bólkar við sambandi til Tutl eisini framført í 18 ymsum londum

Útgávufelagið Tutl, ið gevur úr tónleik, er sera virkið felag. Framleiðslan hevur verið á leið 20.000 eintøk tey síðstu 5 ? 6 árini. Tó vóru árini 2000 og 2002 betri við umleið 30.000 framleiddum fløgum.
                      Nú er samanteljingin fyri 2003 av og úrslitið vísir, at 43.065 fløgur eru framleiddar. Hetta er býtt á 45 ymsar fløgur og 31 av hesum eru fyrsta framleiðsla. Sostatt er ein týðandi partur uppafturprent, tí Tutl prentar uppaftur, tá goymslan er um at tømast.
                      Tutl hevur eisini nakað av virksemi, tá tað snýr seg um at fáa bólkar út í heim at spæla, so bæði bólkur og útgávur njóta fyrimun av hesum.                      Tutl-bólkar hava í 2003 havt framførslur í 18 ymiskum londum og hevur hetta óivað havt týding fyri framleiðslu og sølu av útgávum, sigur Kristian Blak frá Plátufelagnum Tutl.