Meta at lekar á gassleiðing eru av spreinging

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, upplýsir, at orsøkin til gasslekarnir á Nord Stream 1 og 2 eru tilvitaðar gerðir

Emil Helms/Ritzau Scanpix

Teir tríggir lekarnir á gassleiðingini Nord Stream 1 og 2 eru framdar við tilvitaðum gerður og ikki av óhappi.

 

Tað er »greiða metingin« hjá myndugleikunum, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú á tíðindafundi um støðuna við gassleiðingunum í Eystarasalti.

 

 

 

Víðari sigur Dan Jørgensen, ráðharri fyri veðurlag, orku og veitingar, at lekarnir mugu vera framdir við spreingingum.

 

– Talan er um so stór hol, at tað ikki kann standast av einum óhappi, sigur Dan Jørgensen.

 

##med2##

 

Hann vísir á, at seismologiskar kanningar hava víst, at tað í dag hava verið ristingar í Eystarasalti nærindis lekarnar.

 

– Slagið av ristingum sum vit ikki síggja, tá jarðskjálvti er, men sum hendir av spreingingum, sigur hann.

 

/ritzau/

 

 

 

Emil Helms/Ritzau Scanpix