Ómetaliga positivt fyri okkum

-Tað er ómetaliga postivt fyri okkum, at tveir brunnar verða boraðir hinumegin markið í summar, nú tað hava verið útlit til, at als eingin boring fór at vera á øllum Atlantsmótinum í 2004 sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri í Oljumálaráðnum, nú tíðindini herfyri bórust um, at ChevronTexaco og Amerada Hess fara at bora tveir brunnar í summar beint hinumegin markið.

Oljuleiting


-Tvær boringar aftrat er so tekin um, at tað er lív í, og uttan mun til úrslitið, so fer tað at geva eina ella aðra vitan, sum kann brúkast í víðari tilrættaleggingini. Og skuldi tað góða hent, at tað spurdist nakað veruligt positivt burtur úr, so hevur tað sjálvandi týdning fyri føroyska økið, bæði fyri almenna áhugan, fyri loyvini, sum eru nú, men ikki minst fyri eitt komandi útbjóðingarumfar, sum er í gongd, tá brunnarnir verða boraðir sigur Herálvur Joensen við Sosialin.

2. útbjóðing
Sosialurin skilur, at fólkini í Oljumálaráðnum av álvara eru farin í gongd við at fyrieika 2. útbjóðing á landgrunninum. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum hevur vitjað í Oljumálaráðnum og har mælt starvsfólkunum til at halda fram við fyrireikingunum av nýggjari útbjóðing. Sum skilst er ætlanin at fáa eitt uppskot liðugt umleið hálvan mars. Jarðfrøðissavnið er við at leggja sína seinastu hond á nominatiónina tvs. hvørji øki skulu vera við í eini nýggjari útbjóðing. Hetta fer so alt í tingið í vár. Tá tað so verður samtykt koyrir málið av sær sjálvum tvs. at útbjóðing fer fram og loyvi verða latin síðst í hesum árinum ella fyrst í komandi ári. Tað veldst so um, hvussu stór undirtøkan verður.

Bretar linari treytir
Nú 2. útbjóðing verður á skránni verður uttan iva eisini neyðugt at endurskoða reglarnar, sum vórðu samtyktar við 1. útbjóðing. Sambart altjóða oljublaðnum "Uppstream" eru bretar við at leggja síðstu hond á 22. útbjóðing í teirra øki, ein útbjóðing, sum fer at fevna um øki nær við føroyska markinum eisini. Sambart blaðnum verða krøvini linari enn fyrr, hetta fyri at fáa fleiri feløg at vísa áhuga. Herálvur Joensen vil ikki gera viðmerkingar til hetta málið í løtuni men staðfestir, at neyðugt verður at hyggja at reglunum eisini við kappingini við onnur øki fyri eygað.

Órímulig skatting
Eitt mál, sum roknast kann við fer at verða lagt fyri nýggja landsstýrið, er spurningurin, sum felagið hjá oljufeløgunum, FOÍB, reisti á oljuráðstevnuni í desember mánað. Har varð tað víst á tað óhepna í, at útlendsk oljufólk, sum koma til Føroya í ørindum, skulu gjalda skatt her frá fyrsta degi. Táverandi landsstýrismaður, Karsten Hansen svaraði tá oljufeløgunum, at eingin broyting fór at verða gjørd, soleingi tað ikki finst ein dupult skattaavtala millum Føroyar og Bretland. Tað skilst, at FOÍB longu hevur sett seg í samband við myndugleikarnar við sama málinum.

Lagna óviss
Nýggja samgongan, sum setti sær fyri at minka um talið á aðalráðum, arbeiðir í løtuni við at finna eina loysn, nú fleiri aðalstjórar eru til avlops. Tað hevur ljóðað, at Løgmansskrivstovan tekur sær av málinum og fer at taka eina avgerð ein av fyrstu døgunum. Enn er ógreitt, hvussu verður við aðalstjóranum í Oljumálaráðnum. Í dag eru 15 fólk í Oljumálaráðnum. Trý ella fýra av teimum flyta til Innlendismálaráðið, har tey skulu arbeiða við økismenning, umhvørvismálum og náttúrumálum. Hesi flyta helst út í Tinganes. Hini 11 fólkini koma so at arbeiða undir Vinnumálaráðnum, sum skal umsita oljuna, Jarðfrøðissavnið og orkumál. Helst verða tey verandi í bygninginum, har Oljumálaráðið og Jarðfrøðissavnið í dag húsast.