Fyrsta kappingin fór av bakkastokki um 9-tíðina í morgun, og var hetta 50 m rygg. Kappingina vann ein Louisa Ericsson úr Svøríki, og kann hon tískil rópa seg fyrsta Junior Meistaran í 2007. Bjørg Seloy varð nr 10 í hesari fyrstu kappingini í morgun, frammanfyri tvær norskar svimjigentur.
Onnur disiplin var í somu grein, men hesaferð vóru tað mennirnar, ið lupu í hylin. Millum hesar var ein føroyingur, og hesin var Kári Jóannesarson á Høvdanum. Áðrenn kappingina var honum spátt eitt møguligt heiðursmerki, men ongin todi veruliga at vóna nakað.
Hvussu er og ikki, so fekk Kári eitt silvur heiðursmerki, og hetta var við tíðini 26.95. Vinnaratíðin var 26.91, og var tað danin Frederik Wørmer, ið átti tað tíðina.
Pál átti tørn, tá fjórða kappingin skuldi svimjast, og av honum var væntað eitt gott úrslit og eitt gullheiðursmerki. Og Pál skuffaði ikki.
Í 1500 m frí vant Pál burturúr øllum feltinum...Endaði langt fremstur. Eina heila longd frammanfyri allar samlar. Pál vann gull við tíðini 15.24.50 og gevur tað eftir FINA stigatalvuni 840 stig.
Úrslitið hjá Kára J. á Høvdanum gevur honum 683 stig.
Fleiri spennandi kappingar vera gjøgnum dagin, so spennandi verður at fylgja gongdini gjøgnum dagin.
Eitt er í øllum førum longu greitt, at vit skriva søgu í skrivandi stund, tí hetta er longu besta kapping nakrantíð hjá føroyskum svimjarum. Sera sera flott klárað av okkara mergjaða og krútsterka ungdómi...Drívið á.