Metið sligið væl og virðiliga: 729 tilburðir í gjár

Í gjár vóru 729 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

5208 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 3003 smittað, sjey eru innløgd, harav fimm vegna korona, og tvey eru innløgd av aðrari orsøk.

 

Hóast met í smittu, so er smittutrýstið minkað eitt vet úr 14,2 prosent niður í 14 pronset.

 

Miðaltalið fyri smittað seinastu vikuna er nú 429 um dagin.