Metingin: B71

Fyri fyrstu ferð síðani 2001 spælir B71 aftur í bestu mansdeildini í fótbólti. Liðið av Sandoynni hevur øll hesi árini stríðst fyri at sleppa upp aftur, og nú verður stóra uppgávan at verða hangandi í bestu deildini. Útlitini eru ikki tey bestu, og tað skal ein serligur innsatsur til frá B71-liðnum, um tað skal yvirliva í deildini.