Metingin: HB

Tað er verri at endurvinna meistaraheitið, enn tað er at vinna tað, men við fólkinum, sum HB hevur, er meistaraheitið ikki bara ein málsetningur men nærum eitt krav. Samanumtikið hava teir sterkasta og breiðasta hópin í landinum.
Verjan er veika punktið, har ikki so nógv fólk er at taka av. Hinvegin tykist álopsparturin ómetaliga sterkur, har HB hevur fleiri streingir at spæla uppá.