Metini hildu frá á Ólavsøku

Kappróður Góðu líkindini mundu eiga sín part av orsøkini til, at tað var so langt í frá, at nakað met varð sett í kappróðrinum á Ólavsøku

Tað var sonn fragd at vera til kappróður ólavsøkuaftan. Veðr­ið var av tí fagrasta. Lýkka var í luftini, tað var turt, sólin sá, og tað var mest sum stilli.
At tað var stilli bar við sær, at sjógvurin var sum ein sveiti, og tað var ivaleyst orsøkin til, at tað í ongum róðri eydnaðist at koma í nánd av tíðarmetunum. Tey serkønu siga, at bestu fyri­treytirnar at røkka metum eru, tá ið tað er undanvindur, og tá ið alda og gjálv ikki órógva.
Sjálvsagt eru kappingarhugað ítróttarfólk altíð áhugað í at seta met. Men tað er neyvan nakar ivi um, at kapprógvarar eru sera fegin um, at líkindini hesa ferð vóru so góð, sum tey vóru. So gerst tað ikki við, at metini mugu bíða til eina aðra ferð!
Næst við at koma í nánd av meti var Páll Fangi, sum var 6.19 sekund frá bestu tíðini. Metið eigur Tvørabáturin, sum við 4.12.06 á Ólavsøku í fjør róði stutta teinin skjótari enn nak­að 6-mannafar við monnum nakr­atíð áður hevur megnað teir 900 metrarnar. Tíðin hjá Páll Fanga var fjórði besta vinnaratíðin hjá 6-mannaførum við monnum á Ólavsøku.
Í tveimum førum vóru tað meiri enn tjúgu sekund frá bestu vinnaratíðini. Dreingirnir á Bliki vunnu við 23.12 sekund lakari vinnaratíð, enn besta tíðin, sum er tann hjá Súluni í 1994 – 4.14.68, og kvinnurnar á Sølmundi vunnu við 21.13 sekund lakari vinn­ara­tíð, enn besta tíðin, sum er tann hjá Jarnbardi í 1995 – 4.21.12.
Hóast tað ikki verður tosað so nógv um tað, so verður á hvørjum ári við spenningi fokuserað á óføru tíðina hjá Skálabátinum í 1992 – 3.52.00. Átjan ára gamla mettíðin í kappingini millum 10-mannaførini fer at halda í hvussu so er eitt ár aftrat. Vinnaratíðin hjá Vestmenningi var 11.24 sekund lakari enn tíðin hjá skálamonnum í 1992.
Í kappingini millum 8-manna­førini eigur Ørvur framvegis metið, sum varð sett fyri ellivu árum síðani – 4.03.21. Tíðin hjá Argjabátinum í fyrradagin var 11.24 sekund lakari.
Kvinnurnar á Erlu Kongs­dóttir róðu einsamallar móti málinum. Men tær tóku ikki metið, sum Aldan setti í 1981. Tíðin hjá Alduni – 4.38.40 – var 12.12 sekund betri enn vinnara­tíðin hesa ferð.
Gentukappingin millum 5-mannaførini er bara seks ára gom­ul. Hesa ferð var vinnaratíðin hjá Beintu 25 sekund lakari enn tíðin hjá Drekanum í 2008 – 4.29.24. Kortini var vinnaratíðin hjá Beintu tann triði besta nakr­antíð.