Metlág ferðafólkatøl á ovastevnu í ár

Leygardagin og sunnudagin flutti Strandferðslan tilsamans 1881 fólk um Nólsoyarfjørð. - Tað er metlágt, sigur Jens Petur Brattalíð.

Tað var tann tíð, tá Strandfaraskip Landsins flutti nøkur túsund fólk um Nólsoyarfjørð á ovastevnu. Haraftrat sigldu ymiskir skjóttgangandi bátar eisini í pendulfarti við fólki, sum vildu út til Nólsoyar á ovastevnu.

 

Aftrat hesum plagdi talið av bátum, sum við ovastevnugestum leitaðu sær til bygdar at halda stevnu, eisini at vera rættiliga stórt, kanska 80 ella 100, tá bátarnir vóru flestir.

 

Men nú er vent í holuni - hvør orsøkin so enn er til tað. In.fo hevur júst skift orð við Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipara, og hann sigur, at tølini yvir ferðafólk við Ternuni hjá Strandfaraskipum Landsins á ovastevnu í ár eru metlág.

 

Hann vísir á, at leygardagin - frá klokkan 08 til sunnumorgunin klokkan 08 - flutti Ternan tilsamans 778 fólk út til Nólsoyar og 698 fólk innaftur um fjørðin.

 

- Taka vit so sunnudagin, fóru 59 fólk út við Ternuni og tilsamans 346 fólk innaftur.

 

Samanlagt, sigur Jens Petur Brattalíð, flutti Ternan leygardagin og sunnudagin 837 fólk út til Nólsoyar - og 1.044 fólk innaftur. 

 

- Samlaða talið, sum Ternan flutti báðar vegir - út og inn um Nólsoyarfjørð - leygardagin og sunnudagin, var 1.881, og tað er metlágt á eini ovastevnu, sigur ferðslusamskiparin hjá Strandfaraskipum Landsins.

 

- Vit tóku 100 krónur fyri sigling báðar vegir frá á middegi leygardag og út á sunnunáttina. Allar aðrar tíðir, bæði fríggjadag, leygarmorgun og sunnudagin, vóru prísirnir, sum teir plaga at vera, sigur Jens Petur Brattalíð.

 

Á myndini er tað Nicolaj Falck, sum framførir leik á bryggjuni í Nólsoy um navnframa Ova Joensen, og tað er Evy T. Nielsen, sum eigur myndina.