Metmaðurin og málkongurin Just Fontaine er deyður

Just Fontaine skoraði heili 13 mál fyri Frakland undir HM-endaspælinum í 1958

Ígjár bórust tíðindini, at ein tann størsta legendan í HM-søguni í fótbólti er farin foldin frá.

 

Just Fontaine, ið gjørdist 89 ára gamal setti eitt met sum neyvan verður tikið.

 

Undir HM-endaspælinum í Svøríki í 1958 skoraði Just Fontaine heili 13 mál upp á seks dystir. Saman við franska liðnum vann hann bronsuheiðursmerki undir HM-endaspælinum í 1958.

 

Just Fontaine mátti gevast at spæla fótbólt vegna skaða bert 29 ára gamal. Í bert 21 landsdystum fyri Frakland megnaði hann at skjóta heili 30 mál.

 

Just Fontaine var bert við til eitt endaspæl, og tað var HM-endaspælið í 1958, og sigast má, at hann tók av møguleikanum tá. 

 

Just Fontaine spældi við Nice og Reims í bestu fronsku fótbóltsdeildini. Hann skoraði 10 mál í Europa Cup kappingini fyri meistaralið í 1958-1959. Reims tapti tó 0-2 fyri Real Madrid í finaluni í Stuttgart í Týsklandi. 

 

Just Fontaine gjørdist seinni venjari, og tá var hann venjari hjá Toulouse, Paris Saint Germain, marokanska landsliðnum, og eitt stutt skiftið vandi hann eisini franska landsliðið.

 

Just Fontaine sum hevði franskan pápa og spanska mammu varð føddur 18. august í 1933 í Marrakech í Fronskum Marokko, sum tað æt tá. Hann byrjaði sína fótbóltsyrkisleið við USM Casablanca áðrenn hann skrivaði sáttmála við Nice í 1953.

 

Her sæst yvirlitið yvir leikararnar, ið hava skotið flest mál í einum HM-endaspæli:

 

##med2##

 

HER  ber til at lesa um havnarmannin, ið upplivdi HM-endaspælið í Svøríki í 1958.