Metnógv fólk á val í ár

Løgmaður segði, at samgongan hevur hildið ta kós, hon setti, tá ið samgonguskjalið var gjørt

 

--

 

Seinast vit høvdu løgtingsval – í 2015 – valdu føroyingar, at vit skuldu ganga eina aðra politiska kós.

Tað segði løgmaður í sínari seinastu ólavsøkurøðu í hewum valskeiðnum.

- Eina kós móti einum nútímans samfelag við javnbjóðis rættindum fyri øll. Eina kós, sum skuldi fáa valdið og virðini út til fólkið. Ta kósina hava vit hildið. Virðini koma nú nógv betur øllum føroyingum til góðar, heldur enn at savnast á fáum hondum.

 

Løgmaður segði, at føroyska samfelagið er meira tíðarhóskandi  og at fólkatalið er vaksið skjótari enn nakar hevði væntað.

 

1000 fólk fleiri hava valrætt í dag enn fyri fýra árum síðani. Tað er met og løgmaður vísir á fleiri onnur met:

 

Ongantíð hava so nógv lisið og lært í Føroyum.

Ongantíð hava so nógv verið til arbeiðis og so fá verið arbeiðsleys.

Ongantíð hava vit havt so nógvar vinnufyritøkur og íverksetarar.

Og ongantíð hava avlopini hjá vinnuni verið so stór sum seinastu fýra árini.

 

Hann legði afturat, at øll eiga lut í hesum framburði.