Í løtuni eru 157 ansingarpláss í Tórshavnar Kommunu óbrúkt, og tað talið er tað hægsta nakrantíð.
Tilsamans hevur kommunan 1690 ansingarpláss, og sostatt er útvið 10. hvørt ansingarpláss í Tórshavnar Kommunu óbrúkt.
Orsøkinar til tey nógvu óbrúktu ansiningarplássini eru fleiri.
- Tað sum er hent, at fyri nógvum árum síðani, tá fólkatalið var hægri og barnatalið hægri, so manglaði í stóran stíl ansingarpláss í Havn. Kommunan gjørdi nakað við tann trupulleikan bygdi eina rúgvu av býlingshúsum, sum nøktaðu tørvin. So er tað hent at tað verða fødd færri og færri børn og fólkatalið er ikki vaksið tilsvarandi, sigur Bjørghild Djurhuus.
Hon væntar ikki, at kommunan fer at lata onkrar stovnar aftur, tí gongdin fer at broytast nú í heyst. Hon heldur, at óbrúktu ansingarplássini eiga at verða sædd sum nakað positivt.
- Vit kunnu síggja positivt upp á hetta, tí vit hava plássgaranti í dag. Fyri eina kommunu er tað deiligt at kunna siga við tey, ið flyta til kommununa, at vit kunnu garantera teimum ansingarpláss til børnini, sigur Bjørghild Djurhuus.
Hoyr alla samrøðuna við Bjørghild Djurhuus við at trýsta á pílin undir myndini.
Tilvildarlig mynd