Metprísir á uppboðssøluni

Hósdagin vóru rættiliga góðir fiskaprísir á telefonsøluni hjá Fiskamarknaði Føroya

Fiskivinna

Tað var stórur eftirspurningur eftir fiski á telefonsøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár og prísirnir, sum skipini fingu, vóru rættiliga góðir.
Ein trolbátur fekk 33 kr. fyri tosk 1, 32 kr. fyri tosk 2, 24 kr. fyri tosk 3, 22 kr. fyri tosk 4 og 18 kr. fyri tosk 5.
Hetta er metprísur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Hýsan hevði eisini góðan prís; hýsa 1 fór fyri 18,70 kr. , hýsa 2 fyri 17,70 kr. og hýsa 3 fyri 14,70 kr. Besti prísurin á tungu var 42 kr. fyri kg.
Ein partrolari, sum seldi um telefonsøluna í gjár, fekk31 kr. fyri tosk 1, 30 kr. fyri tosk 2, 24 kr. fyri tosk 3 og 22 kr. fyri tosk 4.
Upsin hevði eisini hampiliga góðan prís á telefonsøluni í gjár. Ein snellubátur seldi upsa 1 fyri 5,50 kr., upsa 2 fyri 5,70 kr., upsa 3 fyri 5 kr. og upsa 4 fyri 4,10 kr.

Veður og streymur
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at tað er veðurlagið og streymviðurskiftini, sum trýsta prísin uppeftir í løtuni.
- Veðrið hevur verið so gott, og nógvur fiskur er komin uppá land, ikki bara her hjá okkum, men eisini uttanlands. Tí hevur fiskaprísurin ikki verið so góður.
Tey vísa á, at ruskut veður saktans kann tæna tí endamáli at trýsta prísirnar uppeftir, og tað er hetta, sum nú er hent .
Nú veðrið hevur verið óstøðugt nakrar dagar, hevur lítil og eingin fiskur verið inni á gólvinum.