Metro til Nólsoyar til umrøðu í Løgtinginum í dag

Kunnu metrotunlar loysa samferðsluna til útoyggjar? Tann spurningurin verður svaraður í Løgtinginum í dag.

Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum hevur sett fram ein skrivligan fyrispurning til Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum. Á tingfundinum, sum verður klokkan 11 í dag, skal Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum svara spurninginum.

 

Løgtingskvinna setir fram hesar spurningar:

 

1. Ætlar landsstýrismaðurin at kanna møguleikarnar at loysa samferðsluna til útoyggjarnar við eini undirsjóvarbreyt (metro)? Í fyrsta umfari kundi farvegurin til Nólsoynna verið ein byrjan?

 

2. Hvat kosta undirsjóvarbreytir (metroir) og viðlíkahald og rakstur av teimum í mun til aðrar samferðslumøguleikar?

 

Í viðmerking til spurningarnar vísir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir á, at áhugin og eftirspurningurin eftir betri sambandi til útoyggjarnar hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Tí spyr hon landsstýrismannin í samferðslumálum, um hann hevur ætlanir um alternativar farleiðir til útoyggjarnar.

 

– Her hugsi eg um undirsjóvarbreytir – metroir, sigur hon.

 

Í fyrsta umfari hugsar hon um Nólsoynna.

 

– Um hetta vísir seg at verða ein góð loysn, kunnu undirsjóvarbreytir gerast til aðrar av smáu útoyggjum okkara.

 

– Tað er umráðandi, at landsstýrismaðurin kannar og samanber eina nýggja metro við núverandi sigling um firðir og sund og aktuellar framtíðarætlanir hesum viðvíkjandi, sigur hon.

 

– Við undirsjóvarbreytum er tað møguligt at knýta allar Føroyar í eitt samferðslukervi soleiðis, at tað bert tekur fáar minuttir at koma av útoyggj inn á meginøkið. Trygt, lætt og ómakaleyst í øllum veðri, allar árstíðir uttan avlýsingar og seinkingar orsakað av veðri. Tá kunnu fólk búgva á útoyggj og bert hava fáar minuttir til arbeiðis, sigur hon.

 

Hon vísir á, at metro er í dag í flestu størru býum í Europa, og er hetta ein burðardygg samferðsluloysn.

 

– Nú stórt fokus er á CO2 útlát, so er hetta ein loysn við lítlum CO2 útláti og minimalum viðlíkahaldi. Við eini undirsjóvarbreyt (metro) heldur enn undirsjóvartunlum til útoyggjarnar sleppa vit undan, at smáplássini óneyðugt verða fylt við bilum.

 

– Vit skulu miða eftir at fáa eitt burðardygt, virkið, langtíðarætlað og kollektivt infrakervi. Somuleiðis eiga vit at hava sum mál at menna allar Føroyar – eisini útoyggjarnar – og gera tað, vit eru ment, fyri at tryggja vøkstur og trivna allastaðni, og at fólk kunnu búgva á útoyggj og arbeiða á meginøkinum. Eisini umvent um fólk búgva á meginøkinum, so kunnu tey lættari arbeiða á útoyggj, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Hon vísri á, at fyrsta undirgrundarbreytin varð gjørd í London í 1863.

 

– So nú er kanska tíð uppá, at vit í Føroyum, 160 ár seinni, fáa eina undirsjóvarbreyt, eina metro, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Skráin til tingfundin í dag er annars hendan:

 

 

 

Dagsskráin, hósdagur, 22. februar 2024, kl. 11:00

 

 

1

 
 

2023 - Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Almanna- og mentamálaráðið - 1. apríl 2024 til 31. mars 2028

 
 

2

 
 

2. viðgerð LM-054/2023 - Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2022

 
 

3

 
 

2. viðgerð LM-055/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Grønar hitaloysnir, talgildir fjølmiðlar og talgild avgjaldsuppgerð)

 
 

4

 
 

1. viðgerð LM-065/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Árlig prístalsjavning, lægri kringvarpsgjald fyri smærri virki, stovnar o.a. og broyting í kringvarpsgjaldinum fyri likamligar persónar og smærri broytingar)

 
 

5

 
 

1. viðgerð LM-069/2023 - Uppskot til samtyktar um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól

 
 

6

 
 

Umrøða av spurningi SS-009/2023 - Undirsjóvarbreyt (metro) til útoyggjarnar

 
 

7

 
 

Framløga