Metsigur til Stjørnuna

Tað varð staðfest við sjey tumma seymi, at munurin millum topp og botn í bestu kvinnudeildini er risastórur

 

Stjørnan-Sóljan 41-3 (22-1)

 

Hondbóltur

 

Tað mundu vera tey allar fægstu, sum vóru í iva um, at tað fór at eydnast Stjørnuni at fáa tvey stig burtur úr heimadystinum móti Sóljuni. Munurin millum liðini hevur í alt ár verið sjónligur, men í fyrsta dystinum á árinum var tó nær við, at Stjørnan fekk ein rættiliga skelk.

Úrslitið í fyrsta inanhýsis dystinum gjørdist ein fýra máls sigur til Stjørnuna, og ikki minst verður dysturin mintur fyri, at Simona Dziugyte trein fram á føroyska pallin við 16 málum móti verandi meistarunum.

 

Bíðau eftir málinum

Síðani tá er tó nógv hent, og fyri hesi bæði liðini hevur tað ikki minst havt týdning, at litaviski stórskjúttin hevur skift Sóljubúnan við tann hjá Stjørnuni.

Meira enn nøkur onnur var hon orsøkin til, at talan fríggjadagin gjørdist um ein metstigur, har vágagenturnar at enda bert mundu hugsa um, nær dysturin skuldi enda. Við sínum trettan málum varð hon í øllum førum toppskjútti, og hóast talan kanska var um eina bíliga bakgrund hesaferð, so hava avrik hennara seinastu vikurnar borið boð um, at hon nú er um at finna seg til rættis á liðnum.

Longu frá fyrsta bríksli tóktist greitt, at útiliðið einki sum helst skuldi hava at siga móti gramma heimaliðnum. Í verjuni syrgdu klaksvíkingarnir fyri, at so at siga eingin bóltur kom framvið, og í álopspartinum royndu tær ferð eftir ferð at spæla tunt, soleiðis at sleppast kundi til skot móti málinum, har Kristina ferð eftir ferð var prísgivin av viðleikarum sínum.

Sum tíðin leið, tóktist alt bert at verða ein spurningur um, hvør tað yvirhøvur skuldi eydnast Sóljuni at skora, fyrr enn farið varð til hálvleiks. Hetta eydnaðist, tá 25 minuttir vóru leiktir, men tá høvdu tær úr Klaksvík longu skorað 21 ferðir, so málið gjørdi lítla aðra nyttu enn at strika nullið á talvuni.

 

Andriana við aftur

Umframt at tað sjálvsagt var hugaligt hjá heimaliðnum at vinna somikið sannførandi, so mundi tað eisini kennast fløvandi, tá Andriana Milodanovic kom á vøllin í seinna hálvleiki.

Hon byrjaði við at brenna eitt brotskast, men eftir hetta setti hon fulla ferð á, og tað eydnaðist henni eisini at skjóta átta mál.

At Andriana nú er við aftur, og at Simona hevur tókst sannførandi í seinastuni, er tó ikki nóg mikið hjá Stjørnuni til at endurvinna meistaraheitið. Hinvegin ber tað boð um, at Stjørnan eisini komandi árini fer at hava eitt lið, sum veruliga kann blanda seg upp í toppin, so tað ganga neyvan aftur 24 ár millum meistaraheitini aftur.

 

Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Stjørnan: Simona Dziugyte 13(2), Andriana Milodanovic 8, Anna Kristina Samson 6(1), Annika Ljósstein 4, Bára Skaale 3, Vesna Radovic 2(1), Una Olsen 2(1), Rannvá Andreasen 1, Sólvá Eystberg 1, Berlina Sólsker 1

Sóljan: Sólja Nielsen 1, Hertha Simonsen 1, Jóhanna í Horni 1

Brotskøst: Stjørnan 7

Útvísingar: Sóljan 8

Diskvalifikatión: Sóljan 1 (3X2 minuttir)

Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen. Høvdu lítið annað at gera enn at halad skil á málskjóting og útvísingum.