Ársins útgáva av stóru árligu bóka- og bókasavnsmessuni Bok & bibliotek í Göteborg slerdi øll met í mun til undanfarin ár í tali av vitjandi og framsýnarum. Heili 108.468 fólk vitjaðu messuna dagarnar 27-30. september, og tað eru fleiri enn í 2004, sum annars var metár. Talið av framsýnarum var í ár var 881, og tað eru 31 fleiri enn í 2006, sum átti hetta met. Sostatt er Bok & bibliotek nógv tann størsta bókamessan í Norðurlondum. Síðsta vikuskiftið greiddu vit frá um nakað av tí, sum fór fram á bókamessuni. Og sum lovað tá, viðgera vit her meira av tí, sum fór fram á Bok & bibliotek 2007.